Sosialurin endurgav mánadagin úr einum mótmælisskrivi til Tórhavnar býráð. Mótmælisskrivið var undirskrivað av nærmastu grannunum hjá Kongaminninum, og hesir grannar ru ímóti ætlanini hjá kommuni um at gera gøtur á økinum og taka seyðin og gæsnar, sum ganga har, av.
Aðrir grannar siga, at tað leingi hevur verið eitt ynski hjá teimum um at fáa økið latið upp fyri almenninginum.
- Vit búgva beint við Kongaminnið og hava í mong ár eftirlýst, at økið verður brúkt meira skilagott. Tað hevur verið innhegnað við píkatráði, so nakrir seyðir kundu ganga á økinum, sigur Rakul Guðjónsson, sum býr í Sornhúsgøtu.
Hon heldur tað ikki vera skilagott, at økið er innhegnað við píkatráði, tá ið hugsað verður um, at nógv ferðafólk plaga at taka myndir har.
Rakul Guðjónsson ræðist ikki fyri, at ófriður verður á økinum.
- Tað er at royna tað fyrst fyri at síggja, hvussu verður, og broytingar kunnu gerast, um grannarnir ikki fáa svøvnfrið, men ikki er vist, at so verður.
Ein annar granni, sum ikki vil verða nevndur, sigur seg vita um fleiri grannar, sum leingjast eftir, at økið verður latið upp. Einki spælipláss er í grannalagnum, og har gæs ganga, ber illa til hjá børnum at spæla.
- Tíðin er farin frá hegnum og píkatráði inni í býnum, sigur hesin grannin.