Onnur útgáva av telduorðabók

2. óbroytta útgáva av donsk-føroysku orðabókini verður nú at fáa

Tíðindaskriv


Tann danska-føroyska orðabókin, sum Føroya Fróðskaparfelag gav út í 1995, og sum Hjalmar P. Petersen ritstjórnaði saman við Mariusi Staksberg, er nú komin á fløgu.
Tann teldutøka útgávan av orðabókini hevur ikki verið at fingið hendur á hesa síðstu tíðina, og tí gjørdi Orðabókagrunnurin av at geva bókina út á fløgu. Hon verður at fáa í handlunum í næstum, og kostar fløgan 340 krónur