Sambært Fishing Union hækkaðu veitingar av skeljadjóru úr India og Saudi-Arabia – fyri tað mesta bíligar rækjur – tríggjar til sjey ferðir í juli mánaði ár til ár, haðani Russland í høvuðsheitinum innflutti bílig rækjusløg, skrivar Intrafish.
Innflutningurin úr Turkalandi hækkaði 11 prosent til 26.000 tons, sum ger landið til triðstørsta veitara av fiski og skeljadjórum til Russland eftir Føroyar og Kina.
Sambært Rosrybolovstvo eru fesk og køld laksasløg, í høvuðsheitinum ald síl, 73 prosent av øllum veitingum av fiski og skeljadjórum úr Turkalandi.
Innflutningurin av fiski og skeljadjórum úr Ecuador hækkaði 44 prosent til 20.500 tons, meðan Argentina veitti 12.500 tons av fiski og skeljadjórum til Russlands, ein hækking upp á 39 prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør.
Lesið eisini: Føroyar eru heimsins størsti fiskaútflytari til Russlands
Kili er eitt annað land, sum skjótt økir laksaveitingarnar til Russlands. Sambært Defa Group, ein av størstu innflytarum av fiski og skeljadjórum í Russlandi, hækkaði innflutningurin av kilenskum frysti laksi við 60 prosentum fyrra hálvár í 2023 og fór upp um 20.000 tons til eitt virði upp á 180 milliónir dollarar, ein hækking upp á 85 prosent í virði.
Samstundis útflutti Kina, sum vanliga er størsti veitari av fiski og skeljadjórum til Russlands, 30.000 tons av fiski til og við juli, sum svarar til ta nøgd, sum varð veitt sama tíðarskeið í fjør.
Russiska Fiskivinnufelagsskapurin segði, at Kina ikki økti sín útflutning av fiski og skeljadjórum vegna óstøðuga kursin á rublinum síðani fyrst í hesum árinum.
Suðurkorea tvífaldiði sínar veitingar av fiski og skeljadjórum til Russland til 4.500 tons, harav frystur fiskur var 71 prosent, segði Rosrybolovstvo.
Tað er tó eitt undantøk frá vanligu gongdini við vaksandi innflutningi av fiski og skeljadjórum til Russlands.
Vietnam, sum altíð var millum teir fimm størstu veitararnir av fiski og skeljadjórum til Russland, minkaði sín útflutning við 34 prosentum til 15.000 tons.
Landið hevur minkað veitingarnar av tilapia og pangasius vegna ókappingarførar prísir á russiska marknaðinum segði Mikhail Burmistrov, stjóri hjá Infoline-Analytics.
Harumframt siga nakrir russiskir ídnaðareygleiðarar, at ein nýggj niðurskriving av rublinum kann føra til afturgongd í samlaða russiska innflutninginum av fiski og skeljadjórum í næstum.
Hesi lond hava størsta útflutning av fiskavørum til Russlands:
1. Føroyar: 60.000 tons
2. Kina: 30.000 tons
3. Turkaland: 26.000 tons
4. Ecuador: 20.500 tons
5. Kili: 20.000 tons
6. Vietnam: 15.000 tons
7. Argentina: 12.500 tons
8. Suðurkorea: 4.500 tons
Kelda: Intrafish











