Onnur forsetavitjanin í søguni

Ólafur Ragnar Grímsson er annar forsetin í søguni, sum vitjar Føroyar. Fyrsti forsetin vitjaði í 1987, og var eisini íslendingur

 

Vitjan Ólafs Ragnar Grímsson, forseta íslands, er onnur forsetavitjanin í Føroya søgu. Og harafturat er tað aðru ferð, at íslendskur forseti vitjar.

Fyrstu ferð, ein forseti vitjaði í Føroyum, var í september 1987. Forsetin tá var Vígdis Finnbogadóttir, sum sat sum forseti í Íslandi í 16 ár. Og nú knøpp 14 ár seini vitjar Ólafur Ragnar Grímsson, sum er fimti forseti íslands og hevur verið forseti í Íslandi fimm ár.

Men onkur annar forseti hevur kortini óalment vitjað í Føroyum í síni forsetatíð. Símun Eldjarn, sum var forseti Íslands áðrenn Vígdis Finnbogadóttir, var okkurt summarið í summarfrí í Føroyum. Men vitjan hansara varð ikki roknað sum almenn vitjan.