Onnur eiga eisini dagin

Tað eigur ikki at forða øðrum fakfeløgum í at halda 1. mai, at dagurin er altjóða arbeiðaradagur, heldur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag

Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, harmast um, at so lítið verður gjørt burtur úr fyrsta mai í Føroyum. Hon heldur, at eisini onnur enn arbeiðarafeløgini áttu at tikið táttin upp.
Hóast dagurin er altjóða arbeiðaradagur, eigur hann eisini at verða hildin sum altjóða solidaritetsdagur, heldur Ingeborg Vinther. Og soleiðis verður hann eisini vanliga hildin aðrastaðni úti í heimi. Har fylkjast øll um hendan dagin. Tey gera hann mestsum til ein veitsludag hjá samlaðu fakfelagsrørsluni.
?So tað hevði einki jgørt, um eisini onnur fakfeløg enn bara arbeiðarafeløgini tóku stig til ymisk tiltøk hendan dagin, sigur leiðarin í størsta føroyska fakfelagnum.
Ho harmast um, at tað ikki eru fleiri 1. maidagshald kring landið enn tað eina, sum regluliga verður hildið í Havn.
Onkuntíð hevur okkurt annað verið, men tað tykist mestsum dottið niðurfyri. Í ár í hvussu er, sigur hon.
Tó verður eitt selrigt hald fyri vaskikonur hildið í Norðurlandahúsinum í kvøld, har Ingeborg Vinther skal halda røðu. Men hetta er av øðrum slagi enn tey siðbundnu 1. maidagshaldini, sigur hon. Her er talan um tilmeldað tiltak, har luttakaranir eisini gjalda fyri at vera við.