Russisku myndugleikarnir hava nú almannakunngjørt navnið á aðrari av teimum báðum kvinnunum, sum sprongdu seg í luftina í Moskva mánamorgunin. Talan var um ta 17 ára gomlu Dzhennet Abdurakhmanova.
Maður ella sambúgvi hennara, Umalat Magomedov, var sambært myndugleikunum islamistiskur uppreistrarmaður og doyði í einum álopi í fjør.
Russisku myndugleikarnir hava almannakunngjørt eina mynd av teimum báðum. Á myndini hava tey hvør sína skammbyrsu, og hon er í tí eyðkenda hijab-búnanum. Tað er ikki heilt graitt, um tey vóru formliga gift.
Bretska blaðið Daily Telegraph skrivar, at Abdurakhmanova var ættað úr Dagestan, og at hon var 16 ára gomul, tá hon møtti Magomedov. Sambært blaðnum fekk hon samband við hann ígjøgnum alnótina.










