Í fjør kom bókin “<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Dávur í Tjørnuvík: Lívssøga 1911-1937<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$” út á Forlagnum Glint, og nú kemur onnur bókin “<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Dávur í Tjørnuvík: Lívssøga 1937-1966<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$” á sama forlagi.
Tað er Sveinur Ísheim Tummasson í Havn sum skrivar bøkurnar, sum eru um 95 ára gamla tjørnuvíkingin Dáva Davidsen og hansara lív á sjógvi og landi.
Í hesari seinnu bókini sigur Dávur m.a. frá brúðleypi sínum, ódnarveðrinum á Suðurlandinum 1938, útróðri á Bakkafirði, grønlandstúrinum við Sonnu 1940, útróðri í Tjørnuvík undir krígnum og seinastu ferðini, sum tjørnuvíkingar gjørdu í Stapan.
Hann sigur frá tíðini á Tórshavnar Skipasmiðju undir krígnum og arbeiðslívið í Reykjavík aftan á kríggið. Hann fer til Grønlands við Tinganesi trý summur, fer at sigla við týskum trolarum, og fær arbeiði á fiskavirki í Keflavík, har hann arbeiðir sum formaður í mong ár. Men í Tjørnuvík hevur hann heimstað, og hagar kemur hann altíð aftur.
Bókin fæst til keyps kring landið alt fyri 350 krónur.
Høvundurin sigur, at bókin verður seld í nógvum ymiskum handlum kring landið og ein flokkur av miðnámsnæmingum tekur sær eisini av søluni. Møguliga verður hon ikki at fáa í øllum bókahandlunum, tí forlagið metir at 33 prosent í vinningi er ov nógv at lata í umboðssølu fyri eina bók, sigur Sveinur Ísheim Tummasson.










