Fiskivinna
P/F Framherji á Toftum hevur keypt 60% av partabrøvunum í P/F Vesturvón, sum eigur flakatrolaran, Vesturvón og felagið, Rávuna, sum eigur fýra ísfiskatrolarar. Ísfiskatrolararnir eru fyrrverandi Polarhav og Stjørnan, sum felagið keypti úr Leirvík og Topas og Sardir, sum felagið keypti úr Saltangará. Aftrat hesum eigur P/F Vesturvón eisini tveir bygningar; ein bygning, har felagið hevur sínar skrivstovur og ein virkisbygning, sum verður leigaður út til annað felag.
Anfinn Olsen, stjóri í P/F Framherja, váttar, at felagið hevur keypt 60% av partabrøvunum í P/F Vesturvón, men hann vil ikki siga, hvussu nógv partabrøvini eru keypt fyri.
Spurdur, um talið 100 miljónir krónur er á eini leið, sigur hann, at talið er væl hægri enn tað.
- Vit hava fingið partabrøvini, og tey eru goldin, sigur Anfinn, sum saman við konu síni, Elisabeth E. Olsen, eigur tveir triðingar í P/F Framherja.
Íslendska felagið, Samherji, eigur seinasta triðingin í felagnum.
Nevndin í P/F Framherja telir trý fólk; tey eru Anfinn, Elisabeth og íslendingurin, Thorsteinn M. Baldvinsson.
Spurdur, um Framherji kundi hugsað sær at keypt ein enn størri part í P/F Vesturvón, sigur Anfinn:
- Jú, tað kundu vit, og vit arbeiða við hesum, men tað eru rættiliga nógvir partaeigarar í felagnum. Vit hava givið hinum parteigarunum sama tilboð.
Vóru klárir
Hann vísir á, at Framherji júst hevur selt flakatrolaran, Akraberg, og hevði felagið tí eygu og oyru opin eftir einum øðrum skipi.
- Vit høvdu kvotuna hjá Akrabergi, og fíggjarliga vóru vit hampiliga væl fyri, tí vit høvdu fingið pening fyri søluna. Soleiðis vóru vit rímiliga klárir at keypa, um høvið beyðst.
Anfinn sigur, at tá ið teimum stóð í boði at keypa hesi 60% í P/F Vesturvón, vóru tey onga løtu í iva, men tóku av beinanvegin.
- Akraberg hevur altíð havt lítla kvotu og nógv minni kvotu enn hinir flakatrolararnir. Í byrjanini kundu vit fiska, sum vit vildu í Irmingarhavinum, men nú var túratalið skorið niður í tveir. Hetta var eisini ein av orsøkunum til, at vit avgjørdu at selja Akraberg, sum bert hevði kvotu til helmingin av árinum.
Stjórin sigur, at nú felagið hevur keypt meirilutan í flakatrolaranum, Vesturvón, verður kvotan, sum Akraberg hevði, løgd aftrat kvotuni, sum Vesturvón longu hevur.
- Sostatt skuldi kvotugrundarlagið undir Vesturvón nú verið rættiliga gott, leggur hann aftrat.
Keyp og søla
Anfinn vísir á, at tá ið tú fæst við fiskivinnu og vinnu sum heild, vilt tú hava, at raksturin hongur saman.
- Tú roynir at optimalisera tíni skip, um tú fæst við skiparakstur, sum vit gera. Tá ið grundarlagið viknar, velir onkur at selja og onkur annar velir at keypa.
Hann sigur, at ætlanin er ikki, at yvirtøkan av felagnum á nakran hátt skal vera "drastisk".
- Vil vilja síggja tíðina ann, hvussu verður við ognunum, sum vit nú eiga meirilutan í, og viðtøkurnar í P/F Vesturvón hava eisini sína skipan um, hvussu yvirtøkan skal fara fram.
Anfinn Olsen sigur, at tey eru ógvuliga spent upp á nýggju møguleikarnar, sum felagið nú hevur keypt sær.









