Bjørt Samuelsen, sum er limur í rættarnevndini hjá Løgtinginum, ivast stórliga í, um tað er rætt at taka arbeiðið at sýna bilar, frá Akstovuni og lata tað upp í hendurnar á privatum at røkja. Hon sigur at frágreiðingini frá rættarnevndini til fíggjarnevndini, er misvísandi.
Har nevndin mælir til at samgongan umhugsar at lata privat sýna bilar ístaðin fyri Akstovuna og Alfred Olsen, nevndarformaður heldur longur niðri á Portalinum, at tað fer at gera bilasýnið effektivari.
Bjørt Samuelsen avsannar, at hetta er eitt tilmælið frá trivnaðarnevndini, sum heild.
- Hetta er eitt tilmælið frá nøkrum nevndarlimum, sum vóru á fundi, tá ið tosað varð um hetta.
Sjálv fekk hon ikki verið á tí fundinum og hon hevur eisini gjørt vart við, at hetta tilmæli frá nevndini kann hon ikki skriva undir upp á.
- Ein samlað rættarnevnd hevur ongantíð viðgjørt spurningin um at einskilja virksemi hjá Akstovuni og tí er tað skeivt, tá ið nevndin sjálv førir fram, at hetta er eitt tilmæli frá nevndini.
Sjálv hevur Bjørt Samuelsen ikki verið við til at viðgera málið og hon er sera ivingarsom um at leggja arbeiðið at sýna bilar undir privat virki at røkja.
- Hetta er ein spurningur um ferðslutrygd og skulu privat verkstøð sýna bilar, mugu vit kortini hava ein stovn, sum hevur eftirlit við, at tey gera arbeiðið til lítar.
Løgtingskvinnan ivast eisini í um bilasýnið kann gerast effektivari og bíligari.
- Í løtuni hava vit eitt effektivt bileftirlit, sum hevur alla útgerð og sum samstundis er trygdin fyri at ferðslutrygdin er í hásæti.
Men áðrenn vit yvirhøvur kunnu taka støðu til málið, mugu fyrimunir og vansar lýsast út í æsir.
- Og tað eru teir á ongan hátt og má tað ikki standa eftir, at hetta er eitt tilmæli frá eini samdari nevnd, soleiði sum tað nú sær út, leggur Bjørt Samuelsen afturat.