Loksins eru menn farnir undir at taka hvalirnar, sum løgdu beinini í Hvannasundi seinnapartin, upp.
Bíðað hevur verið eftir einum kranabili, sum kundi taka hvalirnar upp og koyra teir til bryggjuna við flakavirki í Norðdepli og Heðin í Frammistovu, sum er ein av grindaformonnunum í Hvannasundi, sigur, at bilurin júst er komin.
Grindin elvdi til sannan ruðuleika á smala vegnum norður um fjall, og stórur ferðsluproppur gjørdist eftir lítlari løtu, tá fólk tysjaðu til Hvannasunds í grind.
Les eisini Grindin lagt beinini
Heðin í Frammistovu sigur, at onkur hevur sitið fastur í yvir ein tíma inni í tunlinum, meðan bíðað hevur verið eftir, at proppurin skuldi loysnað. Løgreglan kom at enda norður at leiða ferðsluna, so at ferð kundi koma á aftur.
Heðin í Frammistovu sigur, at enn ber ikki til at siga, nær seðlarnir koma út.