Onkur hevur gjørt seg inn á facebooksíðuna hjá tungmálmsbólkinum Týr við at taka yvir sum umsitari og sletta alt á síðuni.
- Vit hava mist tamarhaldið á síðuni, sigur Heri Joensen, forsangari í Týr. Hann harmast um álopið:
- Tað er eitt sindur keðiligt, tí vit skulu á konsertferð í USA um nakrar vikur, og dagfestingarnar til konsertirnar standa til at blíva avlýstar á facebooksíðuni, sigur hann.
Heri Joensen heldur ikki, at tað er av tilvild, at tað akkurát er teirra síða, sum er blivin yvirtikin.
- Tað sær út sum, at onkur roynir at oyðileggja okkara konsertferð í USA við at senda avlýsingar til tey, sum fylgja.
##med2##
Les eisini: Onkur hevur rænt facebooksíðuna hjá Týr
Sea Shepherd hevur ofta roynt at gjørt seg inn á virksemið hjá Týr og ávirka teirra konsertferðir. Heri Joensen hevur ein illgruna um, at tað má vera onkur líknandi felagsskapur aftur hesa ferð.
- At byrja við sá tað ikki út til at hava nakað við Sea Shepherd at gera, men í sambandi við avlýsingarnar, so virkar hetta meira skipað. Hevði tað verið heilt av tilvild, høvdu hakkararnir nokk bara slettað alt á síðuni og brúkt hana til tað, teir vildu brúka hana til. Eg havi ein mistanka um, at onkur felagsskapur stendur aftanfyri, sigur hann.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Hera Joensen í tíðindunum á FM1 á middegi.