Um 23-tíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um, at onkur hevði roynt at brotið inn í Kafé Fríðu í Klaksvík.
- Tá vit komu á staðið, sást, at merkir vóru á hurðini, sum kundu bent á, at eitt kúbein ella okkurt líknandi hevur verið brúkt fyri at sleppa inn á kafé'ina.
Hetta visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.
- Í samband við hendingin, koyrdi løgreglan í nátt kring um í Klaksvík og í Norðoyggjum fyri at finna út av, um onkur var úti eftir at bróta inn, kanska eftir rúsdrekka.
Vaktleiðarin visti at siga, at løgreglan soleiðis brúkti nokso fitt av tíð í nátt at hyggja eftir vinnubygningum og øðrum støðum, sum kundu verið eitt mál í slíkum føri.
- Men, soleiðis vísti tað seg ikki at vera í nátt, og vit staðfestu einki, sum kundi bent á, at nakar ætlar sær at bróta inn kring um í økinum her norðuri.
Meðan løgreglan koyrdi úti í Norðoyggjum í nátt, varð eisini onkur bilur steðgaður.
- Um 02-tíðina í nátt varð ein bilur steðgaður, har tað vísti seg, at førarin varð mettur at vera ávirkaður av rúsevnum.
Vaktleiðarin sigur, at blóðroynd er tikin, og viðkomandi er skuldsettur fyri at koyra rúsaður.
- Eigarin av bilinum er eisini skuldsettur fyri at hava ólógliga útgerð til royking av hassji í bilinum, legði vaktleiðarin aftrat í morgun.










