Hóast Rakul og Johan Dalsgarð hava fingið boð um, at tey skulu flyta úr Fámará í seinasta lagið mánadagin, so hava hjúnini onga ætlanir um at fara.
Búnaðarstovan hevur tikið avgerð, og Fámará skal framyvir rekast av bóndanum Jens Hera Jacobsen úr Sumba. Men Rakul og Johan ætla sær ikki at fara uttan víðari.
Tey góðtaka ikki niðurstøðuna hjá Búnaðarstovuni, og tí hava tey als ongar ætlanir um at flyta úr Fámará enn.
- Onkur má blaka okkum út, vit fara ongan veg sjálvi, sigur Rakul Dalsgarð.
Sum skilst hevur sakførarin hjá Rakul og Johan Dalsgarð sent eina kæru um avgerðina til Búnaðarstovuna, og samstundis hevur hann biðji um innlit










