Verandi uppskot og tíðarfreist, at leggja barnaverndarøkið út á kommunurnar, er tann reini ørskapur.
Undirtøkan av uppskotinum er ikki stór.
Føroya kommunufelag sigur, at tølini í uppskotinum eru ikki nøktandi fyri at gera sær eina rætta meting av, hvat økið kostar í dag og frameftir.
Kommunusamskipan Føroya sigur, at tann fíggjarligi parturin er sera ógreiður og tekur ikki undir við uppskotinum, áðrenn greið semja er fingin um fíggingina, og full semja er millum land og kommunur um fíggjarliga leistin.
Løgmálaráði mælir til, at lógaruppskotið ikki verður sett í gildi, fyrr enn kommunurnar hava havt tíð til at laga seg eftir broytingunum í uppskotinum.
Almannastovan, heilsusystrar, og føroyskir sálarfrøðingar halda at barnaverndarøkið skal verða ein landsuppgáva.
Vísur vøddar
Landsstýrismaðurin er ikki førur fyri, at fáa eina semju við kommunurnar og sigur tí, at einki endamál er við framhaldandi royndum, tí máli skal avgreiðast áðrenn 1. januar 2004, sjálvt um tað kann raka og skaða børnini.
Hendan niðurstøðan vísur bert, hvussu maktgirndin hevur tikið yvirhond hjá landsstýrismanninum og tað kunnu vit bert harmast yvir og vera á varðhaldi fyri.
Hundraðtals bý- og bygdaráðslimir
Landsstýrismaðurin sigur at Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag ynsktu, at barnaverndarøkið skuldi verða kommunal uppgáva. Tað er stýrini,10-12 fólk, í hesum felagsskapum, sum hava fráboðað hetta ynski.
Eg yvist stórliga í, um teir hundrað tals bý og bygdaráðslimir, sum ikki eru í stýrinum fyri kommunufelgsskapinar, eru eftirspurd í hesum málið og taka undir við tí.










