Seks partrolarapør eru til fiskiskap. Tvey eru á Rygginum og fiska tosk, og hini fimm fiska upsa. Flestu skip koma inn at landa, sum næsta vika gongur, men ætlandi landar okkurt parið eftir ólavsøku.
Sambært Fiskamarknaði Føroya er fiskiskapurin hjá partrolarunum á einari leið í løtuni.
- Ein djúpvatnstrolari fiskar stinglaks, og tveir fiska svartkalva og kongafisk. Væntandi er ikki, at djúpvatnstrolararnir koma inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey eisini í dag at siga, at fýra trolbátar eru til fiskiskap. Teir fáa mest av toski, hýsu og so nakað av flatfiski.
- Ein trolbátur kemur væntandi inn at landa mánadagin, og hinir koma helst miðskeiðis í næstu viku.
Væntandi koma øll trý garnaskipini, sum eru til fiskiskap eftir svartkalva, inn at landa í næstu viku. Skipini hava brúkiligan fiskiskap.