Onkur hevur framt herverk í Grasagarði

Í nátt steðgaði løgreglan einum bilførara í Havn, sum illgruni var um koyrdi ávirkaður.

 

Klokkan 15.30 í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at herverk er framt í Grasagarði í Havn.

 

- Vit vita ikki júst, nær hetta er hent, men her er okkurt brotið, eitt nú borð og onkur lyktapeli.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at eingin er handtikin í samband við herverkið, men at løgreglan kannar málið.

 

Í nátt steðgaði løgreglan eisini einum bilførara á Landavegnum í Havn, sum illgruni var um koyrdi ávirkaður.

 

- Okkara kanningar vístu, at bilførarin var ávirkaður av rúsevnum. Blóðroynd er tikin, og bilørarin er skuldsettur, verður lagt aftrat.