Seinasta skotið í Eysturoyartunlinum varð latið av fríggjadagin hin 7. juni í 2019. Soleiðis hevur tað tikið hálvt annað ár at gera tunnilin endaliga lidnan til upplatingina, sum verður leygardagin. Skotið varð latið av 5.274 metrar inni í tunlinum, Hvítanesmegin. Almenna hátíðarhaldið var í ítróttarhøllini á Hálsi og tey, sum vóru komin saman til haldið, kundu fylgja við á stórskíggja, tá seinasta skotið varð latið av.
Ein av teimum, sum segði nøkur orð við hátíðarhaldið í ítróttarhøllini á Hálsi henda seinnapart, tá seinasta skotið varð latið av, var Niklas Foldo, verkfrøðingur, sum eisini var ein av íverksetarunum av Eysturoyartunlinum. Hann var eisini við í arbeiðsbólkinum, sum upprunaliga arbeiddi við hesi verkætlan, umframt at Niklas Foldbo hevur verið við til nógvar tunnilsbyggingar í Føroyum.
Í sínari frásøgn vísti Niklas Foldbo á, at søguliga var tann stutta sjóvegis farleiðin millum Suðurstreymoy og Skálafjørðin ein náttúrligur liður í ferðasambandinum millum høvuðsstaðin øðru megin og norðurøkið hinumegin. - Men, samstundis, sum vegasambandið alsamt gjørdist betri, eitt nú við brúgv um Streymin, Norðskálatunlinum og Kollafjarðartunlinum, minkaði undirtøkan fyri sjóvegis farleiðini millum Skálafjørðin og høvuðsstaðin.
Hann vísti á, at um aldarskiftið varð henda farleið so endaliga niðurløgd, og síðan tá hevur einasti ferðamøguleiki millum hesi bæði høvuðsøkini í Føroyum verið tann langa farleiðin eftir vegnum norður í Sundalagið. - Hetta soleiðis eisini var farleiðin til arbeiðis hjá fleiri av teimum, sum vóru í arbeiðsbólkinum, sum fór í gongd á heysti í 2002. Gerð av undirsjóvartunlum var tá vorðin veruleiki, eisini her á landi.
Niklas Foldbo segði, at arbeiðsbólkurin ynskti at kanna, um handilsligt grundarlag kundi vera fyri eini tunnilsleið millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy. Í hesum sambandi bleiv eisini valt, sum ein partur av ætlanini, at fáa fast samband tvørtur um Skálafjørðin.
Í bólkinum vóru Martin V. Heinesen, jarðfrøðingur, Símun Johannesen, táverandi borgarstjóri í Nes kommunu, Tummas Eliasen, samfelagsfrøðingur og táverandi stjóri í LÍV og Niklas Foldbo, verkfrøðingur - við drúgvum royndum innan tunnilsbygging. - Bólkurin var sostatt samansettur av fólki við viðkomandi fakligari vitan í samband við tunnilsgerð, sum Niklas Foldbo tók til.
Hann greiddi eisini frá, at í februar í 2003 hevði bólkurin framløgu á Svangaskarði um tunnilsætlanina, og tá var niðurstøðan, at fíggjarligt grundarlag tyktist vera fyri ætlanini - og at haldast skuldi fram við tí arbeiði, sum bólkurin hevði gjørt. - Advokaturin Ingi Højgaard kom eisini upp í bólkin, og kommunurnar luttóku virknar við fígging til útreiðslur í samband við arbeiðið. Nágreiniligar ferðsluútrokningar vórðu fingnar frá Rambøll Nyvig gjøgnum Landsverk, og felagið Munin gjørdi teldusimuleringar av væntaðari ferðslu.
Bólkurin hevði eisini góðar serfrøðingar at ráðføra seg við, eitt nú Eivind Grøv, tunnilsserfrøðing, hvørs felag var ráðgevi í samband við bæði Vága- og Norðoyatunnilin og Niels Larsen hjá NCC, ið gjørdi somu tunlar. - Aðrir, sum vit ráðførdu okkum við, vóru eitt nú Stefan Reynir Kristiansson frá Hvalfjarðartunnlinum í Íslandi, Landsverk, umboð fyri verktakarafeløg umframt útlendskar íleggjara- og fíggjastovnar, segði Niklas Foldbo.
##med2##
Hann vísti á, at á Mikkjalsmessu í 2005 var bólkurin liðugur við arbeiðið og kundi tá vísa á eina tunnilsverkætlan, sum bæði var tekniskt møgulig og fíggjarliga burðardygg. - Í verkætlanini var eisini ein rundkoyring. Onkur helt okkum vera í so háfloygdar at samstarva við, tá vit høvdu eina so ørliga loysn sum eina rundkoyring í einum undirsjóvartunli. Men, hygga nú: Rundkoyringin er vorðin partur av Eysturoyartunlinum.
Niklas Foldbo segði, at Niels Larsen hjá NCC skrivaði soleiðis til hansara á jólum í 2016: ”Det bliver spændende at se dit gamle tunnelprosjekt gennemført med verdens første undersøiske rundkørsel”. - Hetta er ein gleðilig løta, og hetta er dreymurin hjá okkum í arbeiðsbólkinum, sum verður veruleiki - okkum øllum at gagni, segði verkfrøðingurin á Toftum á sumri í 2019, tá seinasta skotið varð latið av í Eysturoyartunlinum, sum nú letur upp leygardagin.












