Hóast eingin ivi er um, at tað gongur móti myrkari tíðum og at heystið er komið, so verða onkrir góðveðursdagar eisini.
Restin av arbeiðsvikuni verður tó merkt av regni. Fyrrapartin hósdagin verður eitt lot av ymsum ættum, meðan seinnapartin verðue stívt andøvsgul av vestri. Fríggjadagin verður andøvsgul upp í an strúk av útnyrðingi og norði.
Um vikiskifti batnar veðrið. Tað verður fleyr til gul av vestri ella av ymsum ættum, turt og sólglottar og hitin verður millum 8 og 12 stig.










