Onkur góð hál eru

Gulllaksaskipini hava ikki rokfiskað í vertíðini í ár, og manningarnar lata einki serligt at fiskaprísinum.

Myndin er av heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum.

Í løtuni fiska fimm partrolarapør upsa, men fiskiskapurin er einki at reypa av. Tó hevur okkurt parið fingið onkur góð hál.

 

Trý partrolarapør fiska gulllaks, men fiskiskapurin hjá gulllaksaskipunum hevur heldur ikki verið nakað serligur, og prísurin er lágur.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at ein djúpvatnstrolari nýliga er byrjaður nýggjan túr, og ein annar loysir væntandi skjótt.

 

- Trolarin, sum er til fiskiskap, fiskar svartkalva og tann, sum helst loysir ein av næstu døgunum, fer at fiska annan djúpvatnsfisk.

 

Tríggir av teimum smáu trolbátunum er á landleiðini, tveir eru norðan fyri, og ein er vestanfyri.

 

- Teir, sum eru á landleiðini, fáa mest av flatfiski og so nakað av toski, meðan hinir fáa mest av toski, hýsu og so nakað av flatfiski.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at trolbátarnir koma inn at landa miðskeiðis og síðst í næstu viku.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er hampiligur, og helst koma bæði skipini inn at landa síðst í næstu viku. 

 

- Eitt garnaskip fiskar havtasku og hevur brúkiligan fiskiskap, verður lagt aftrat.

 

 

 

Myndin er av heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum.