Onkur fer frá hinum

Nú strandingar og vestmenningar møtast, samstundis sum Neistin tekur móti Tjaldri, er ikki hugsandi, at manningarnar hjá StÍF, VÍF og Neistanum framvegis eru javnar eftir dystirnar í morgin

Nú liðini í besti mansdeildini hava spælt tveir og summi tríggjar dystir, er tætt í toppinum, har fýra lið eru jøvn í stigum: VÍF, StÍF, Neistin og H71 hava øll fýra stig í part.
Í morgin tekur StÍF á Skála móti VÍF, og tað er so toppdysturin hjá monnunum hesa ferð. Samstundis spælir Neistin móti Tjaldri, ið enn einki stig hevur fingið.
Einasta, ið kann forða fyri, at stigamunur ikki verður á teimum trimum toppliðunum, sum spæla í morgin, er at báðir dystirnir enda við javnleiki. Men tí skal ikki roknast við.

VÍF ella StÍF
StÍF vann greiðan sigur á Tjaldri síðsta sunnudag, tá VÍF ikki fyrr enn móti endanum fekk bilbukt við Neistan.
Kortini er í mangar mátar líkt til, at VÍF ætlar sær tað sama sum øll onnur ár: At gera um seg í toppinum ? og helst ovast uppi.
StÍF plagar at syfta vestmenningar í steypafinalunum, meðan tað ikki hendir so ofta í landskappingini.
Nógv velst eisini um hjá strandingum, um Artur Johansen er klárur aftur, eftir at hann beklaði og mátti fara skaddur út síðsta sunnudag.
Eru vestmenningar favorittar, so skal ið hvussu er ikki roknast við, at teir fáa møguleikan at liva upp til tann leiklutin, uttan so at teir stríðast fyri sakini, tí StÍF kann ein góðan dag gera av við hvønn sum helst.

Neistin væl fyri
Neistin vísti góðar taktir, men tað rakk kortini ikki til sigurin í Vestmanna fyri viku síðani.
Mótstøðuliðið hesa ferð skuldi eisini verið av meira yvirkomiligum slagi, tí Tjaldur hevur bara drigið svart higartil.
Uppgávan hjá Tjaldri kann tí vera torfør á útivølli móti Neistanum, ið tykist vera í ferð við at byggja eitt yngri og sterkari lið upp, ið ætlast at bjóða teimum bestu av.
Hetta er helst fyrsta vikan, at nøkulunda venjing hevur verið í Tjaldrinum, og so skal tað sleppa at standa sína roynd, um tað gevur liðnum aðrar dygdir, enn tær higartil vístu.
Neistin eigur á pappírinum at vera betra liðið, og so fæst annars at síggja, hvat Tjaldur megnar í triðju royndini at vinna sær stig.