Onkur fekk væl av svartfugli

Góða veðrið á landi og sjógvi hevur gjørt tað møguligt hjá monnum, sum dáma at skjóta svartfugl, at gjørt onkrar túrar á báti.

Seinastu dagarnar hevur hann ligið við høgætt og kulda, og veðrið hevur verið gott. Góða veðrið bæði á landi og sjógvi hevur gjørt tað møguligt hjá monnum, sum dáma at skjóta svartfugl, at gjørt onkran túr á báti.

 

Á facebook-síðuni - Fuglaveiða í Føroyum - sæst í dag, at menn hava verið og skotið svartfugl. Ymiskt er, hvussu veiðan hevur roynst, men sambært tølum, sum her verða givin upp, hava menn á onkrum báti fingið upp í stívliga 50 svartfuglar.

 

Afturvendandi er, at talið av álku er væl størri enn talið av lomviga. Síðan hava menn gjarna eisini skotið nakrar lundar, tó at lundi ikki plagar at vera so vanligur at síggja á jólanátt, sum tikið verður til - og nú tað stundar til jólahøgtíðina.

 

In.fo kann í kvøld enda við at siga, at loyvt er at skjóta lomvigi, álku, lunda og skarv frá 1. oktober. Tíðin, har loyvt er at skjóta skarv, var úti 30. november í ár - og síðan er loyvt at skjóta lomvigi, álku og lunda fram til 20. januar í 2016.