Onkur broyting verður á landsliðnum

Føroyska landsliðið er komið til Kosovo, har tað helst verður onkur broyting

Í gjár lendi føroyska landsliðið í Pristina í Kosovo. Flogtúrurin vardi í áleið fýra tímar og alt gekk upp á stás. Fyrstu meldingarnar eru, at onkur broyting verður á føroyska liðnum til dystin mánakvøldið.

 

Sum skilst, so er talan um kropsliga sterkar spælarar, sum føroyska liðið skal takast við mánakvøldið. Tað kann lata hurðina upp fyri spælarum sum Rógva Baldvinsson, ið kom inn seinastu minuttirnar í 3-1 sigrinum á Malta.

 

Kosovo og Aserbadjan spældi málleysan javnleik í fyrsta umfairnum í okkara bólki. Tað merkir, at Føroyar í løtuni eru nummar eitt í bólkinum, men tað merkir eisini at Kosovo hevur størri tørv á sigrinum enn okkara menn.

 

Okkurt bendir á, at føroyska liðið verður í eini eitt sindur meiri verjukendari útgávu mánakvøldið, har málið er at halda tætt og leypa við skjótálopum. Hartil verður Kosovo mett sum eitt væl sterkari lið, enn Malta.

 

Seinnapartin í dag verður einasta landsliðsvenjingin á túrinum. Hon verður á leikvøllinum Fadil Vokrri Stadium, har dysturin eisini verður mánakvøldið klokkan 19.45.