ONKUR BINDUR FRIÐ

   

Onkur vil frið
við friði
onkur vil kríggj
fyri friðin
annar vil friðin
við kríggi
triði vil kríggj
við kríggi
-
fáur veit
frá kríggi
at siga
uttan
tann deyði
-
onkur demagogspíri
sigur seg vilja frið
víð kríggi
sprænir eitur
í smáum
ómerkjandi
niðrandi
óátalaður
ótálmaður
hálur
sum álllur
og
opportunistur
-
VÆLSIGNAÐUR
veri hann
sum bindur
FRIÐ

??????
Erling S