Onkuntíð má mann rópa hart

Skal løgmaður klára at halda lyftið, má arbeiðið byrja í morgin, sigur partamaður hansara

##med2##

 

Viðhvørt má mann rópa hart. Tað sigur Erhard Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin. Hendan dagin í Løgtinginum fanst hann hvassliga at samgonguni, tí arbeiðið upp á at fyrireika Suðuroyartunnilin liggur stilt.

 

Les meiri her: Samgongan hevur lagt Føroya størstu verkætlan á hillina

 

Hann sigur, at orsøkin til at hann tosaði við stórum stavum í Løgtinginum hendan dagin, er ein roynd at fáa politikarar at vakna.  Í gjár segði hann, at hann hevði tosað við tingfólk um, hvussu sjøtul kann verða settur á arbeiðið.

 

Erhard Joensen sigur, at tað er rættiliga nógv sum bendir á, at rentan er við at hækka og leggjast vit á boðini kann tað væl henda, at Suðuroyartunnilin verður yvir eina milliard dýrari enn neyðugt – og so ivast hann stórliga í um hann yvirhøvur verður veruleiki.

 

Les eisini: Nú eru vit við at verða ov sein

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Erhard Joensen greiða frá í tíðindunum á FM1 í gjár