Hann eitur Kristian Joensen og er klaksvíkingur við stóra K. Annað árið á rað hevur Kristian fingið til uppgávu at vera frásøgumaður á Summarfestivalinum.
- Hetta dámar mær stak væl. Tað er stuttligt og hugnaligt, sigur kendi klaksvíkingurin, ið millum annað er vanur við at døma hondbóltsdystir.
Men tað er ikki bara bara at vera frásøgumaður
- Tað er eitt sindur krevjandi eisini. Eg havi 22 bólkar, sum eg skal presentera, so tað er eitt sindur. Tí verði eg noyddur at fyrireika meg væl áðrenn, sigur Kristian.
- Onkrar bólkar kenni eg als onki til. Tá er neyðugt hjá mær at fara á netið og leita á Google eftir kunning.
Sambært Kristiani er skráin á ársins Summarfestivali einastandandi.
- Her hugsi eg serliga um tey føroysku nøvnini. Sjálvandi eru tey útlendsku nøvnini eisini spennandi so sum Mika, sigur Kristian.
Spurdur um, hvat navn hann kundi tonkt sær at hoyrt á onkrum komandi Summarfestivali, er Kristian ikki í iva.
- Sjálvsagt eru fleiri áhugaverd nøvn, men eg ynski mær mest av øllum at hoyra countrysangaran, Alan Jackson, sigur Kristian Joensen avgjørdur.