Onkrir sólglottar næstu dagarnar

Eitt lágtrýst í ein útnyrðing úr Føroyum fer spakuliga í ein landnyrðing. Hósdagin og fríggjadagin gevur ein hátrýstsryggur støðugt veður, men leygarnáttina fer eitt brúgvalag framvið av vestri og sunnunáttina kemur eitt nútt brúgvalag inn yvir okkum av útsynningi.

 

Veðrið í dag

Lot til andøvsgul av vestri, 2 til 7 m/s, seinni av suðri og um náttina øtlandi í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Okkurt æl, onkuntíð sólglottar, men sum frá líður yvirhøvur turt. Hitin millum 10 og 13 stig, um náttina millum 6 og 10 stig.

 

Í morgin

Hann øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Fyrrapartin sól, men sum frá líður yvirhøvur skýggjað og um kvøldið regn. Um náttina snarar hann vindin í útsynning og vestan og makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samregn, men um náttina klárar í og tað verður yvirhøvur turt. Hitin um dagin millum 10 og 13 stig, um náttina niður í 8 stig.

 

Leygardagin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, 5 til 10 m/s, seinni av útsynningi og um náttina av suðri. Yvirhøvur turt og sólglottar, men um kvøldið dregur saman um og tað fer at regna. Hitin millum 9 og 12 stig.

 

Sunnudagin

Hann øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s, seinni av vestri og makar vindin í gul til stívt andøvsgul, 6 til 10 m/s. Samregn, men um kvøldið klárar í, tó okkurt æl. Hitin um dagin millum 10 og 12 stig, um náttina millum 6 og 10 stig.

 

Mánadagin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 6 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, um 13 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar, seinni skýggjað og møguliga regn. Hitin millum 8 og 12 stig.

 

Týsdagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s. Yvrihøvur skýggjað og stundum regn, um náttina klárar í, tó okkurt æl. Hitin millum 8 og 12 stig.