Onkrir sólglottar at hóma

Mjørkin setir sín dám á veðurforsøgnina hjá DMI

Ein hátrýstsdagur liggur komandi dagarnar í ein sunnan og landsynning úr Føroyum. Tí rekur lýggj og slavin luft inn yvir oyggjarnar av útsynningi. Fleiri veik brúgvaløg við regni fara framvið av og á. Seinast í vikuni ella um vikuskiftið fer eitt sterkari brúgvalag framvið av vestri.

 

Veðrið í dag

Lot til andøvsgul av lágætt, 3 til 8 m/s. Skýggjað og támut, í støðum mjørki, men út á dagin onkrir sólglottar nógva staðni. Í nátt lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað, tám og mjørki. Hitin millum 10 og 15 stig.

 

Í morgin

Lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 m/s. Skýggjað og támut, men yvirhøvur turt. Í støðum møguliga sólglottar út á dagin. Hitin millum 10 og 15 stig, um náttina millum 8 og 10 stig.

 

Hósdagin

Lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur skýggjað og okkurt æl. Í støðum møguliga sólglottar. Hitin millum 10 og 14 stig, um náttina millum 8 og 10 stig.

 

Fríggjadagin

Lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur skýggjað og mjørki í støðum, men kortini turt fyri tað mesta. Um náttina gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Skýggjað og út á náttina regn. Hitin millum 10 og 14 stig.

 

Leygardagin

Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn av og á, út á náttina samregn. Hitin um 12 stig.

 

Sunnudagin

Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, sum út á dagin makar í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Fyrst skýggjað og regn, men so við og við klárar í. Hitin um 12 stig.