Í løtuni eru flestu partrolarapør til fiskiskap. Skipini fiska upsa og fáa eisini nakað av hjáveiði. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.
- Fiskiskapurin er smáligur, men okkurt par hevur okkurt gott hál av og á, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
Ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap í løtuni. Teir fiska kongafisk. Ein annar djúpvatnstrolari, sum plagar at vera til fiskiskap, liggur í løtuni við bryggju.
Sagt verður, at djúpvatnstrolarin, sum fiskar kongafisk, helst kemur inn at landa miðskeiðis í næstu viku.
Tveir av teimum smáu trolbátunum eru til fiskiskap í løtuni. Teir eru báðir norðanfyri, og helst koma báðir inn at landa mánadagin.
- Trolbátarnir fáa mest av toski og hýsu - og so nakað av flatfiski, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
Tvey garnaskip eru til fiskiskap eftir svartkalva. Tey hava smáligan fiskiskap og koma helst inn at landa síðst í næstu viku.
- Í løtuni fiskar eitt garnaskip havtasku. Teir hava brúkiligan fiskiskap og koma helst inn at landa miðskeiðis í vikuni, verður lagt aftrat.