Onki vitni til deyðsvanlukku

Ógreitt er, hvussu hendingin fór fram, tá ein av manningini á einum føroyskum sandbáti, sum arbeiðir í Horsens havn, datt í lastina og doyði. Tríggir aðrir mans vóru við bátinum, men ongin teirra sá tilburðin

DEYÐSVANLUKKA

 

Talan er um sandbátin, Sandfrakt, hjá P/F Sandgrevstri í Fuglafirði. Stjórin í felagnum, Gordon Martin Midjord, sigur, at onki vitni var til ólukkuligu hendingina, og tí veit hann ikki at siga, hvussu tað kundi henda.

 

Fýra mans eru vit bátinum, og teir vóru í gongd við at gera skipið arbeiðsklárt til í dag, tá maðurin var áhaldsin og datt av dekkinum niður í eina tóma last. Hann skuldi eftir øllum at døma niður í lastina at kanna eina pumpu.

 

Hann fekk so mikið álvarsligan skaða av fallinum, sum var fýra-fimm metrar, at onki var at gera, tá roynt varð at fáa lív í hann aftur.

Maðurin, sum talan er um, er 48 ára gamli Sjúrður Nónsgjógv, ið var ættaður úr Gjógv, men búði í Leirvík. Sjúrður Nónsgjógv, sum var maskinmeistari umborð, var giftur og átti fýra synir í aldrinum 14-26 ár.

 

Vanlukkan hendi í gjárkvøldið, og politiið í Horsens fekk fráboðan um hendingina klokkan 20.01 danska tíð.

 

Stjórin í P/F Sandgrevstri sigur, at Sandfrakt hevur arbeitt nakrar mánaðir í Danmark.