Onki val í ótíð

Rættarnevndin hjá Løgtinginum fer at brúka alla ta tíð, hon hevur til at viðgera uppskotið hjá Edmundi Joensen um eitt at gera Føroyar til eitt valdømi. Hesa tíðina er ongin vandi fyri, at løgmaður kemur í ta støðu, at hann má útskriva nýval Løgtingið hevði í gjár eitt drúgt orðaskifti um uppskotið hjá Edmundi Joensen, løgtingsformanni, um at gera Føroyar til eitt valdømi. Frammundan var greitt, at uppskotið fór at verða beint í rættarnevndina. Og júst viðgerðin í rættarnevndini gevur løgmanni og samgonguni arbeiðsfrið í minsta lagi ein mánaða. Eftir hvat skilst verður hetta ikki eitt mál, sum rættarnevndin fer at skunda sær við.

Teir tingmenn, sum Portalurin hevur spurt, ivast ikki í, at rættarnevndin fer at brúka alla ta tíð, hon hevur, til at viðgera uppskotið. Vanligt er hetta upp til ein mánað, men undir ávísum umstøðum kann ein løgtingsnevnd brúka uppaftur longri tíð at avgreiða eitt mál.

Havandi í huga at málið hevur skapt mikið rumbul í samgonguni, er hugsandi, at teir rættarnevndarlimir, sum vilja samgonguni væl, ikki fara at skunda tað ígjøgnum. Harafturat er formaðurin í rættarnevndini, Marjus Dam, hart ímóti uppskotinum hjá floksfelaganum, og fer tí ikki at skunda sær meiri enn hægst neyðugt. Hendan møguleikan hevur hann enntá nevnt alment. Hinir limirnir í rættarnevndini eru Kristian Magnussen, Kaj Leo Johannesen, Poul Michelsen, Sverre Midjord, Finnur Helmsdal og Bill Justinussen.

Longu frammanundan viðgerðina í rættarnevndini, er greitt, at tað ikki er meiriluti í nevndini fyri at leggja uppskotið fyri tingið óbroytt. Avtala ? ella semja ? er gjørd millum formenninar í samgonguflokkunum um at broyta uppskotið, soleiðis at Føroyar ikki gerast eitt valdømi fyrr enn aftan á komandi løgtingsval. Spurnartekin hevur verið sett við semjuna, tí hon er ikki bindandi fyri tinglimirnar í samgonguni.

Jóannes Eidesgaard, løgmaður, hevur sagt fleiri ferðir, at hann ongar ætlanir hevur um at skriva út val í úrtíð, og hetta váttaði hann fyri Portalinum eftir løgtingsfundin í gjár.

- Vit koma at brúka alla ta tíð, sum eftir er av hesum valskeiðnum. Hetta merkir, at valið ikki kemur, fyrr enn tað eigur at koma, og tað er 19. januar, sigur Jóannes Eidesgaard.