Onki time-out til Jógvan Arge

Aftaná innanhýsis fund millum nývaldu umboðini hjá Tjóðveldi í Havn er greitt, at samgongan við Javnaðarflokkin heldur fram sum ætlað Nú valdar aftur friður á borgum. Jógvan Arge, sitandi varaborgmeistari, fekk ikki undirtøku fyri einum time-out á fundi við hini Tjóðveldisumboðini fyri løtu síðani.

- Vit halda fram sum ætlað og gleða okkum at fara undir samstarvið, sigur Bogi Andreasen, komandi varaborgarstjóri og toppskorari hjá Tjóðveldi á býráðsvalinum. Hann fekk annars ein ordans hvøkk í morgun, tá Jógvan Arge bað um time-out frá nýggju samgonguavtaluni millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin í Tórshavnar Kommunu.

Bogi Andreasen sigur við Portalin, at samstarvið heldur fram óansæð um Jógvan Arge er við ella ikki.

- Um hann ikki hevur hug at samstarva við Tjóðveldi og Javnaðarflokkin, er hann vælkomin at fara úr. Vit ætla okkum í øllum førum ikki at bróta avtaluna, sigur Bogi Andreasen.

Á býráðsvalinum fekk Tjóðveldi fýra umboð og Javnaðarflokkurin fimm. Hetta eru tvey fleiri enn neyðugt fyri at varðveita meirilutan í býráðnum.

Á fundinum var eisini umrøtt, hvussu hini fólkavaldu umboðini kunnu gerast sjónligari.

- Heðin Mortensen hevur verið so sjónligur tí hann er dugnaligur, og tí hinir býráðslimirnir ofta ikki eru at hitta, tí teir eru til arbeiðis, sigur Bogi Andreasen, sum kundi ímyndar sær, at til dømis varaborgmeistarin eisini var í fulltíðarstarvi.

Nýggja samgongan hevur fund nú klokkan trý seinnapartin.