Guernsey: Einstaklingakappingin hjá kvinnunum varð avgreidd í gjár. Anita Knudsen, Anna Hansen, Marjun Persson og Sarita Heinesen kappaðust , og tað gekk væl hjá teimum.
Sarita var tó ikki við á gólvinum av tí, at hon hevði ilt í beininum, og valdi heldur at spara seg til fríggjadagin, tá bunda serian á gólvinum og í lopi fer av bakkastokki.
Fyrsta kappingin var á gólvinum, og har stóðu føroysku kvinnurnar væl. Anita Knudsen lá leingi til eitt silvurheiðursmerki, og tað var ikki fyrr enn tær seinastu tríggjar frá Bermuda komu á gólvið, at silvurið fór millum fingrarnar.
? Tað var keðiligt. Vit lógu leingi til silvur, og so til bronsu. Anita gjørdi eina fullkomna framførslu, og hinar venjingarnar vóru góðar eisini. Keðiligt, men tað var spennandi, segði venjarin, Henrik Berthelsen aftaná.
Tað endaði við, at Anita fekk eitt fimtapláss, sum sigur hon sjálv, at tað var betri enn hon hevði roknað við.
Kappast varð eisini í lopi og á bita, og har gekk ikki eins væl og á gólvinum. Har fekk Anna eitt sjeyndapláss í lopi og Marjun eitt 11. pláss á bitanum, sum tær bestu føroysku framførslurnar.
Menninir
Seinnapartin í gjár varð einstaklingakappingin hjá mannfólkunum eisini avgreidd. Undan sjálvari kappingini var føroyski venjarin, Henrik Berthelsen, ógvuliga optimistiskur.
? Hjá monnunum hava vit meira møguleikar. Nógv meira møguleikar at vinna, so eg vænti, at vit fáa okkurt slag av metalli heim við. Nú mugu vit bara bíða og síggja, segði Henrik Berthelsen áðrenn kappingin byrjaði.
Úrslit hjá føroysku kvinnunum í einstaklingakapping:
FimleikariGólvLopBummur
Anna Hansen7,157,7574,60
Marjun Persson6,657,206,10
Anita Knudsen7,507,4756,00
Sarita Heinesen -7,4254,35










