Fyri stuttum skrivaðu vit um, at onkur hevði gjørt seg inn á eina 87 ára gamla konu. Politiið viðger málið sum eitt neyðtøkumál. Men politiið hevur enn ikki fingið nakað ítøkiligt, sum kann peika á, hvør gerningsmaðurin møguliga kann vera.
Arbeitt verður víðari við málinum, har persónar verða avhoyrdir og kanningar verða gjørdar. Tær læknaligu kanningarnar, ið gjørdar vóru, eru sendar til Danmarkar.
Ongin er beinleiðis undir illgruna, upplýsir politiið, men tað eru nakrir persónar, ið eru frammi. Men onki ítøkiligt er enn funnið, hvørki viðvíkjandi gerningsmanni ella læknakanningum.