Símun á Høvdanum
Sjálvandi væntaði eg ikki svar frá Klaksvíkar Kommunu, tí tað fáa bara nøkur fá útvald. Takki fyri siðiliga kjakið í Norðlýsinum og sigur tað mær, at tað ruggar ikki alt rætt innan Býráðsins gátt.
Vit vóru teir fyrstu á økinum við Borðoyavík, tá var tað langt uttan fyri býin. Seinni eru so sethús komin, og fyri nøkrum árum síðani bleiv grannin hjá okkum eitt ídnaðarøki. Kann onkur fortelja mær, hvat er eitt ídnaðarøki? Og hvørjar treytir fylgja við, tá ið ein keypir eitt grundstykki frá Kommununi á einum ídnaðarøki? Teir sum nú hava keypt stykkið ímillum Spinnaríið og vegin á Borðoyavík, vita teir av, at stykkið hjá teimum møguliga er ov lítið til at byggja á? Ella ætlar býráðið enn einaferð at snúgva seg undan tí spurninginum.
Eg kann upplýsa, at býráðið hevur brúkt 10 tals milliónir upp á at gera ídnaðarøkið byggiklárt, og teir hava aftaná brúkt fleiri milliónir til at fríðka um økið, fyri at gera tað so gott fyri nýggju eigarunum at virka har uppi. Men teir fyrstu, sum komu á økið og bygdu á økinum, hava teir ikki brúkt eitt oyra uppá, uttan ein garð ímillum Spinnaríið og Bilverkstaðið hjá John Heinesen, har Timburhandilin betalti tilfarið og Kommunan gjørdi arbeiðið. Nú veit eg ikki, um teir nýggju eigararnir hava fingið somu treytir, sum vit fingu, men tað er kappingaravlagandi, at teir sum vit skuldu kappast við, fáa alt gjørt fyri borgarans penging, og vit sum vóru á økinum fyrst, illa nokk fáa ein veg til økið. Setti býráðnum nakrar spurningar tann 20. september í ár, nei heldur ikki har havi eg fingið nakað svar. Spurningarnir vóru hesir:
Hví Steinbjørn Jacobsen nú hevur selt stykkið til annan keypara:
1. Sagt varð, at vit skuldu fundast aftur, tá ið býráðið var til reiðar við tekning og tilboði. Nær verður tann fundurin?
2. Hví hevur Timburhandilin ikki fingið bjóðað stykkið niðan fyri matr. 881 til keyps, tá býráðið veit, at vit hava tekning liggjandi inni í býráðnum.
3. Veit næstan heilt víst, at Klaksvíkar Timburhandil hevur fingið lovað forkeypsrætt til stykkið niðan fyri Sprinnaríið fyri dagsprísin tá.
4. Hevur Klaksvíkar Kommuna ongan áhuga í, at Klaksvíkar Timburhandil eisini kann menna seg á økinum við Borðoyavík.
5. Hví hava vit onga innkoyring til høllina við Borðoyavík.
6. Eru okkara pengar ikki líka nógv verdir, sum pengarnir hjá hinum keyparunum.
Ein annar spurningur kann man nú seta. Hví bleiv hetta stykkið ikki lýst til sølu?
Vit hava fingið innlit í málið og taka vit árini frá 2001 til dags dato, so síggja tit gongdin niðanfyri.
Haldi sjálvur, at vit hava verið sera illa behandlaðir av Kommununi, og tað hevur havt stóran leiklut í, at vit hava selt Klaksvíkar Timburhandilin til aðrar at reka. Í longdini tímir ein ikki at virka, har tað skínir so væl ígjøgnum, hvønn Kommunan arbeiðir fyri. Hygg eisini eftir stykkinum á Stongunum. Alt gjørt fyri grannan fyri sunnan og hjá Klaksvíkar Timburhandli einki gjørt, men tað verður gjørt, tá ið ein trailari fer oman av, tá vakna teir. Har er ongin forðing fyri, og er tað ein deyðsfella, tá ið tveir stórir bilar møtast í hálku á Stangavegnum, har ein lyktapeli stendur næstan mitt á vegnum, og ein av bilunum má víkja. Bilurin hevur ongan annan møguleika, enn at renna seg omanav, mitt í eitt parkeringspláss ella ein handil. Hugsið um tað, áðrenn tað verður ov seint, men nú havi eg enn einaferð ávarað tykkum.
Hvat við stykkinum í vestaru síðu
Fyri nøkrum árum síðani varð nógv skrivað um økið við vesturu síðu, har Eystlaks helt til, at tað var eitt fiskiøki, og tað bara var loyvi at virka fisk á økinum. Tey flestu av bløðunum í Føroyum skrivaðu greinar upp og niður um málið, har ein borgari hevði hug at gera eitt bilverkstað í Dávavirkinum. Stórt rumbul stóð av hesum, men seinni, hevur KBI havt handil á økinum í fleiri ár, og nú er eitt lastbilaverkstað á økinum. Er byggisamtyktin á økinum broytt?
Havi eisini hoyrt, at fleiri sum høvdu hug at byggja oman fyri Skipafelagið hava fingið noktandi svar, fyri at byggja á økinum, tí tað skuldi brúkast til rundkoyring og parkeringspláss. Havi eisini sæð bræv frá einum umsøkjara, har Steinbjørn Jacobsen hevur skrivað undir og givið umsøkjaranum noktandi svar. Hvussu kann tað bera til, at nú kann byggjast á sama stykki, og er tað stykkið lýst til sølu?










