Onki smíl uttan stig

(Ljóðsamrøða) Christian L. Holst fegnast eisini um at Heini Vatnsdal er komin í gongd í Fremad Amager

Vinstri vongurin á føroyska landsliðnum hevur góðar vónir til landsdystin í kvøld, men hann ásannar, at vit mugu spæla betri enn vit gjørdu móti Norðurírlandi.

 

Hoyr samrøðuna við Christian L. Holst við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Tað er positivt, at vit uttan at spæla upp til okkara besta, kunnu bjóða Norðurírlandi av. Eg vænti tó, at vit mugu spæla betri í kvøld um vit skulu hava stig. Eg skal hava stig áðrenn eg kann fara smílandi av vøllinum, sigur Christian L. Holst.

 

Hann fegnast eisini um, at Heini Vatnsdal er komin til Fremad Amager.

 

- Hann er ein týpa av spælara sum vit mangla. Vit hava nakrar “luksus” spælarar, íroknað meg sjálvan, sum ikki altíð arbeiða so nógv á vøllinum. Tí er hansara ágrýti og arbeiðsvilji kærkomið á liðnum, sigur Christian L. Holst, sum skoraði móti Finnlandi, tá vit taptu 3-1 í fyrsta dystinum í hesi EM undankappingini.

 

 

Landsliðið spælir í kvøld móti Finnlandi í Helsinki. Dysturin byrjar klokkan 19.45. Rás2 sigur frá dystinum.

 

 

Rás2 hoyrist á netinum við at trýsta HER

 

Rás2 hevur skift net. Alt virksemið hjá Rás2 skiftir yvir á netið hjá KissFM. Sostatt verður frásøgnin í dag at hoyra á 98,7 í suðurstreymoy og partar av eysturoynni, og á 88,7 í Norðoyggjum. Rás2 kann eisini hoyrast á netinum umvegis heimasíðuna midlar.fo.