Onki skil í Klaksvík

Veðrið darvaði spælinum eitt sindur, men spælararnir sóu út til, at heldur hava viljað verið heima, tí lítið skil var á spælinum. Men EB/Streymur vann, og fáu uppmøttu KÍ áskoðararnir sóu liðið flyta endaliga niður í næstbestu deildina

Fótbóltur

Tað var rættiliga greitt, at dysturin onga ávirkan fór at hava á nakað á stigatalvuni. KÍ hevði trý stig og tíggju mál upp til B36 á áttanda plássi, og EB/Streymur hevði trý stig og seks mál aftur til Víking á triðja plássið, so KÍ skuldi vinna við tennisúrsliti ella meira, um dysturin skuldi hava nakra ávirkan á stigatalvuna.
Veðrið var heldur ikki av tí besta, og heglingurin beint áðrenn dysturin varð settur í gongd hevur helst ikki hjálpt huginum hjá spælarunum at fara út á vøllin.
Fyrri hálvleikur var sum heild rættiliga rótutur við nógvum dystum á miðjum vølli. EB/Streymur hevði undanvind og KÍ verja gjørdi fleiri ferðir stór mistøk.
Eftir eitt mistak slapp Arnbjørn Hansen leysur og lítla løtu seinni hevði eitt líknandi mistak við sær, at Hans Pauli Samuelsen bleiv leysur, men hvørgin av EB/Streymsleikarunum megnaði at fáa bóltin í málið.

Fleiri mistøk
Tá seinni hálvleikur kom í gongd, var meiri skil í spælinum hjá EB/Streymi, meðan KÍverjan helt fram at gera mistøk.
Tá einir tíggju minuttir vóru spældir kom Levi Hanssen leysur. KÍverjan blokkeraði, men EB/streymsleikarin fekk bóltin aftur og skeyt. So var alt ein ruðuleiki í brotsteiginum og hetta endaði við at Arnbjørn Hansen fekk prikað bóltin inn.
Eftir málið fekk KÍ eitt rímiligt trýst á verjuna hjá EB/Streymi, men onki veruligt hendi, fyrr enn EB/Streymur einaferð fór í álop.
Nógvir leikarar vóru inni í brotsteiginum, og brádliga fekk Sorin Anghel bóltin. Hann nærum spældi seg sjálvan leysan við høgra beini og smekkaði til við vinstra beini, so ársins málverji ongan møguleika hevði.
Restin av dystinum hevði lítið uppá seg, og tá Dagfinn Olsen floytaði fyri seinastu ferð, vóru tey flestu kring vøllin fegin um tað.

KÍtastrofa
Fyri KÍ staðfestir úrslitið veruleikan, at klaksvíkingar onki lið eiga í bestu mansdeildini. Tað er somuleiðis fyrstu ferð, at KÍ flytur niður. Men tað hevur eisini verið ein løta at venja seg við tankan, at KÍ ikki er við í bestu deildini eftir 2009. Tá ætlanin fyri nøkrum árum síðan var at skula gerast fremsta lið í landinum.
Fyri EB/Streym merkti úrslitið, at liðið var næstbest í landinum, bæði í steypakappingini og landskappingini.