Fosturtøkur
?So leingi allar reglar verða hildnar, dugi eg ikki at síggja nakað skeivt í, at journalir hjá kvinnum, sum hava fingið fosturtøku,verða kannaðar.
Hans Petur Nielsen, formaður í Læknafelag Føroya sigur, at tað ber væl til at fáa tilfar til vega, sum lýsir orsøkirnar til, at kvinnur gera av at fáa fosturtøku.
Tað vakti annars ans, tá ið ný-tilnevndi Landsstýrismaðurin hjá miðflokkinum, Bill Justinussen, segði í Útvarpinum, hann hevði sett sær fyri at lýsa orsøkirnar til, at kvinnur gjørdu av at fáa fosturtøku.
Hann helt, at hetta tilfarið kundi útvegast við at kanna sjúkrahús-journalir hjá føroyskum kvinnum, sum høvdu fingiðå fosturstøku.
Síðani hevur verið frammi, at hetta ber ikki til, tí journalir verða skrivaðar og goymdar í størsta trúnaði og tey, sum handfara tær, hava tagnarskyldu.
Men formaðurin í Læknafelag Føroya dugir ikki at síggja nakað løgið í hesum.
?Men tað er sjálvandi greitt, at ein slík kanning, er hvørki ein umsitingarlig, ella ein politisk kanning.
Hann sigur, at hann ivast ikki í, at Bill Justinussen ikki ætlar at tað skulu vera onkir politikarar, ella fólk í umsitingini hjá Trivnaðarmálaráðnum, sum skulu kanna hesar journalirnar.
? Tað kann tað sjálvsagt ikki vera talan um, tí ein slík kanning kann einans gerast sum eitt lið í eini læknafrøðiligari granskingarætlan, sigur hann.
Hann sigur, at fyri at fara í holt við eina slíka ætlan, krevst loyvi frá siðseminevndini, har ætlanin og endamálið við kanningini verður lýst út í æsir, áðrenn loyvi verður givið og har navnloysið hjá kvinnunum verður tryggjað.
Hann leggur afturat, at skal ein slík gransking gerast, skal peningur játtast til verkætlanina og onkur skal finnast, sum er skikkaður at fara undir eina slíka æltlan - og sum hevur hug til tað.
Heilt vanligt
Hans Petur Nielsen sigur, at tað er als ikki óvanligt, at kanningar , sum lýsa, hvussu sosialar umstøður ávirka gynekologisk (um kvinnusjúkur sum heild) og obstretisk (um føðingar) viðurskifti, verða gjørdar í londunum rundanum okkum, sum vit plaga at samanbera okkum við.
Hann sigur, at øll lond royna at avmarka talið á fosturtøkum og í tí sambandi eru líknandi kanningar gjørdar í ymsum londumun londum.
Men hann vísir samstundis á, at í royndun um at fáa talið á fosturtøkum niður, verður størsti denturin tó lagdur á fyribyrging og upplýsing.
Og hann leggur eisini dent á, at í hinum norðanlondunum verður rætturin hjá kvinnuni frítt at velja um hon vil hava forsturtøku, ella ikki, mettur sum ein heilt grundleggjandi rættur og tí er frí fosturtøka í londunum rundanum okkum, hóast roynt verður at avmarkað talið við fyribyrging og upplýsing.