Tað byrjaði við einum kravi um, at útvarpið skal gjalda meira í Koda-avgjaldi. Síðan var yvirskriftin at »ÚF spælir treyðugt føroyskan tónleik«, og í Sosialinum fríggjadagin skrivar Niclas Johannesen, at útvarpið ongan tónleikapolitikk hevur.
Eg skal royna at greiða hesa fløkju.
ÚF hevur skyldu til at geva Koda upplýsingar um hvørt einasta lag, sum verður spælt, so Koda kann avrokna gjaldið. Hesar upplýsingar verða í dag avgreiddar við teldu, og tí er lætt hjá okkum at telja, hvussu nógv av tí spælda er føroyskt.
Tað er onki ósamsvar millum upplýsingarnar, sum Sosialurin hevur fingið frá Koda og ÚF, men Sosialurin blandar hesi tølini saman. Tað ber ikki til at siga, at tá 17 prosent av Koda-pengunum koma aftur til Føroya, so mugu 17 prosent av tí, sum ÚF spælir, vera føroyskur tónleikur.
Tá Føroya Symfoniorkestur spælir eitt útlendskt verk, rokna vit tað sum føroyskan tónleik. Men Koda-avrokningin hjá tónasmiðinum kemur ikki til Føroyar. Avrokningin til føroyingar, sum búgva uttanlands, kemur heldur ikki aftur til Føroya. Og so eru eisini nøkur verk, ið eru føroysk, men ikki longur eru vard, og sum onki tí verður avroknað fyri.
Tí er onki ósamsvar ímillum at 17 prosent av Koda-pengunum koma aftur, hóast 24 prosent av spælda tónleikinum er føroyskur.
Viðvíkjandi Koda-rapporteringini er at siga, at ÚF hevur í dag eina sera neyva rapportering. Um okkurt dømi er um, at okkurt einstakt verk, sum er rapporterað, ikki verður avroknað, so nýtist onki løgi at vera í tí. Meira enn 27.000 løg skulu avroknast, og tað kann t.d. vera, at í onkrum føri er ógjørligt at fia móttakaran. Vit hjálpa javnan Koda við at finna fram til persónar, sum teir leita eftir.
Víðari sigur Niclas Johannesen, at útvarpið hevur ongan tónleikapolitikk. Tað er heldur ikki rætt, men útvarpið hevur kanska ikki tann tónleikapolitikkin, sum Niclas Johannesen heldur vera tann rætta.
Útvarpið hevur ikki ásett, at ein heilt ávísur prosentpartur skal vera føroyskur ella norskur tónleikur, og brúkar ikki orkuna til at ansa eftir at tílíkar kvotur verða hildnar. Sum Puclic Service støð skal útvarpið spæla øll sløg av tónleiki, eisini tey sløgini, sum minni lurtarabólkar serliga vilja hoyra. Aðrar útvarpsstøðir, eitt nú tær, sum verða riknar á handilsligum grundarlagi, hava eitt heilt annað tónleikaval.
Í sendiskránni hjá okkum hava tey ymsu sløgini av tónleiki sítt pláss, og lutfallið millum tey ymsu sløgini av tónleiki er ásett initt ávíst mark, tá skráin verður løgd til rættis. Føroyskur tónleikur er ein partur í at kalla øllum hesum sendingum.
Tey seinnu árini hava útvarpsstøðir fingið nýggjar framleiðsluskipanir, sum gera tað møguligt neyvt at stýra tónleikanýtsluni. Fyri hvørt einstakt lag verður skrásett í telduskipanum, hvussu ofta eitt lag kann spælast, hvussu harður tónleikurin er, hvørja tíðir á degnum tað ávísa lagið má spælast o.s.fr. Ein tónleikaskrá verður síðan løgd inn á teldur, sum stýra tónleikinum, ið skal spælast. Serliga útvarpsstøðir, ið verða riknar á handilsligum grundarlagið - og sum vanliga hava ein sera smalan tónleikaprofil - hava gingið undan við at taka tílíkar skipanir í brúk.
ÚF byggir eina nýggja framleiðsluskipan, og vit fara at hava møguleika fyri at stýra tónleikavalinum á hendan hátt, um vit ynskja tað. Eitt ivamál kann vera, at tónleikavalið á henda hátt verður so nógv automatiserað, at tann listarligi parturin kann hava lyndi til at hvørva.
Útvarp Føroya
Jógvan Jespersen