Skeinkiloyvi
- Eg dugi ikki at síggja nakað skeivt í, at Smyril nú eisini fær skeinkiloyvi.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, sum eisini umsitur Strandferðsluna, hevur onki ímóti, at Smyril nú fær skeinkiloyvi.
Sum vit søgdu í Sosialinum í gjár, hevur Strandferðslan søkt um at fáa hálvt skeinkiloyvi til Smyril og loyvisnevndin hevur givið tilsøgn um at ganga umsóknini á møti.
Nú skulu ymisk formlig viðurskifti fáast í rættlag og so verður endaligt skeinkiloyvi skrivað.
Tað, sum Strandferðslan hevur søkt um til Smyril, er eitt hálvt skeinkiloyvi, sum gevur rætt at selja øl og vín.
Heini á Borg á Strandferðsluni, segði við Sosialin í gjár, at Smyril skal ikki verða eitt flótandi vertshús og ætlanin er bara at selja nøkur sløg av hvítvíni og reyðvíni og pilsnarøl. Gulløl verður ikki selt, hóast loyvið eisini umfatar tað.
Og skeinkiloyvið er ikki givið til alt skipið, men bara til matstovurnar á 6. dekki.
Ikki fortreð av tí
Tað kemur ikki óvart á landsstýrismannin í samferðslumálum, at Smyril hevur fingið skeinkiloyvi.
- Áðrenn Strandferðslan søkti um loyvið, spurdu tey landsstýrismannin, hvørja støðu, hann hevur til, at Smyril fær skeinkiloyvi.
Jacob Vestergaard sigur, at hann hevur onki ímóti, at Smyril fær eitt hálvt skeinkiloyvi.
- Heldur Strandferðslan, at skeinkiloyvi er ein partur av matstovuvirkseminum umborð á Smyrli, havi eg ikki fortreð av tí, sigur hann.
Hann heldur, at tað eigur at bera til at skeinkja undir skipaðum viðurskiftum og tað ivast hann ikki í, verður galdandi umborð á Smyrli.
- Tað síggi eg onki skeivt í.
Samstundis staðfestir hann, at ongar ætlanir eru um at gera Smyril til eina siglandi barr og tað verður heldur ikki so.
- Men ofta er tað betri at skeinkja undir skipaðum viðurskiftum, heldur enn tann óskipaða skeinkingin, sum nú fer fram.
- Tað er onki dulsmál, at sum støðan er nú, verður rúsdrekka mangan dragsað umborð á Smyrli og tá er tað manningin, sum fær upptakið av teirri óskipaðu rúsdrekkanýtsluni, sum er.
- Fyrimunurin við at Smyril fær skeinkiloyvi er, at so kunnu tey sjálvi hava eftirlit við, hvussu nógv tey skeinkja og til hvønn tey skeinkja.
- At tey sjálvi fáa skeinkiloyvi, áleggur eisini eina skyldu á tey um at hava eftirlit við søluni og tað stúri eg ikki fyri, sigur Jacob Vestergaard.