Um átta tíðina fríggjakvøldið gekk tað fyri seg uppi á Tjaldursvegnum í Havn. Men tað kemur ein ungur drongur at hoyra meiri um seinni, tí hann fær eina heilsu frá fútanum.
Saman við øðrum høvdu teir fingið fatur á einum gomlum, reyðum BMW, sum teir fóru avstað við.
Men tann túrurin endaði líka brádliga, sum hann byrjaði, tí teir koyrdu nakað harðliga upp um ein betongkant, so tann aftari aksulin brotnaði og stóð sum í berginum.
Nevnt hevur verið, at løgreglan jagstraði bilin, men tað er ikki rætt. Hinvegin kom løgreglan skjótt á staðið og hóast teir royndu at renna undan, fekk løgreglan fatur á bilføraranum, sum er føddur í 1991 og sostatt ov ungur at koyra bil. Men bilurin hevði heldur ongar nummarplátur, so hann kemur eisini at standa til svars fyri at koyra óskrásettan bil.
Drongurin játtaði seg sekan.