Onki framhald av ?Terrygate?

Hon eitur Vanessa Perroncel og hennara síðuspring gjørdi, at dysturin millum Chelsea og Manchester City á Stamford Bridge seinasta kappingarár gjørdist til ein tann mest umtalaði í árinum. Undan dystinum kom fram, at John Terry hevði verið saman við Vanessa Perroncel, sum tá var konan hjá Wayne Bridge. Terry og Bridge vóru góðir vinmenn og spældu báðir við Chelsea í fleiri ár. Wayne Bridge vildi undan dystinum ikki taka í hondina á John Terry. Tær myndirnar fóru kring allan heimin.

 

Í dag verður onki framhalda av teimum myndinum, tí Wayne Bridge er skaddur. John Terry hevur eisini verið skaddur í seinastuni, men venjarin hjá Chelsea, Carlo Ancelotti, hevur John Terry við í hópinum í dag.

 

Seinast liðini hittust á City of Manchester Stadium vann Manchester City 2-1, eftir at teir vóru aftanfyri 1-0. Manchester City vann eisini nógv umtalaða dystin á Stamford Bridge 4-2. Carlos Tevez og Craig Bellamy skoraðu hvørsíni tvey mál, meðan Frank Lampard skoraði málini fyri Chelsea. Lampard er framvegis skaddur og er ikki við Chelsea hópinum í dag.