Onki fjas

Honum dámar best at fortelja eina søgu uttan ov nógv fjas og óneyðugar smálutir. Úrslitið kenna vit millum annað sum teir undarliga barnsligu, men altíð áhugaverdu málningarnar, sum bara Hanni Bjartalíð kann mála teir. Fríggjadagin letur ein framsýning við verkum hjá Hanna upp í Galerie Focus í Havn

Myndamálið hjá Hanna er lyriskt og einfalt. Í myndunum eru smáir figurar, hús og lutir.
Fyri Kinnu Poulsen, listafrøðing, minnir myndamálið hjá Hanna eitt sindur um um tað, sum verður brúkt í ávísum underground-teknirøðum. Stílurin er barnsligur soleiðis at skilja, at figurarnir ikki eru teknaðir á anatomiskt rættan hátt; primitivar strikumyndir, har alt óneyðugt er skorið burtur. Onkur hálsur ella kanska ein armur fattast, men sama ger, tí her verða vit leidd inn í ein heim, har veruleikans lógir hava lítið og einki at týða. Fólk sveima runt í leysari luft, einglar ganga túr við hundinum, meðan allir møguligir og ómøguligir skapningar flóta runt á myndaflatuni. Kinna vísir á, at hesin heimur kann tykjast skemtiligur, kanska enntá fittur. Men sjálvur heldur Hanni, at tey, sum bara halda tað heila vera fitt, hava ikki hugt nóg væl eftir
- Nógv fólk sambinda tað við naivar barnatekningar, men mínar myndir hava altso einki við naivismu ella nakað naivt at gera. Eg dugi at tekna ?ordiliga?, at tekna fólk og landsløg við rúmd og skuggum, soleiðis at tað líkist veruleikanum. Men eg havi tilvitað valt eitt myndamál, sum er merkt av einfeldi og spontaniteti. Sama einfeldi, sum er ein natúrligur eginleiki hjá børnum. Børn eru øgiliga økonomisk, tá tey tekna. Tey gera skjótt av og geva sær ikki far um, hvussu armarnir eru festir at kroppinum í veruleikanum. Mín áhugi liggur í hesum sama; at fortelja eina søgu uttan ov nógv fjas, uttan óneyðugar smálutir, sigur Hanni Bjartalíð í samrøðu við Kinnu Poulsen í Bragi, 2001.
Áhugaverdi listamálarin stendur tó ikki í stað, og á hesi framsýningini í Galerie Focus síggja vit eina broyting í litavalinum hjá Hanna yvir til gult, reytt og grønt við svørtum konturum.
Framsýningin verður opin til 11. mars, týsdag til fríggjadag kl. 14 til 18 og leygardag kl. 16 til 18.
Hanni Bjartalíð (1968) er úr Klaksvík. Hann er útbúgvin á Nordiska Konstskolan í Kokkola í Finnlandi og er búsitandi í Finnlandi fyri tíðina.