Stórur hondbóltsdagur er í dag, tí allar tær seinnu hálvfinalurnar hjá bæði kvinnum og monnum verða spældar hendan sunnudagin. Hjá monnunum er annar dysturin nú klokkan 15 í Vestmanna, har VÍF og H71 bresta saman, meðan hin dysturin verður spældur klokkan 19 í høllini á Skála í kvøld ímillum StÍF og Neistan.
Felags fyri báðar dagsins hálvfinalur er, at heimaliðini hava leiðslur at innheinta. VÍF tapti mikukvøldið 29-26 í Hoyvíkshøllini og hevur tískil trý mál at innheinta. Hetta eru fremstu liðini í landskappingini, sum eisini hava spælt FM-finalur sínamillum seinastu tvey árini, so helst kann roknast við nógvum fólki og spennandi dysti í høllini í Vestmanna.
StÍF hevur fýra mál at hála inn, tí mikukvøldið endaði fyrra hálvfinalan ímóti neistamonnum 28-24 til Neistan. Í fjør, tá ið somu liðini hittust í hálvfinaluni, prógvaðu neistamenn, at tað ber væl til at innheinta eina slíka leiðslu, tí tá vann Neistin seinna hálvfinaludystin við heili átta málum eftir at hava tapt við fýra málum í fyrru hálvfinaluni.
Sostatt er onki avgjørt hjá monnunum enn, hóast útiliðini bæði hava fyrimunin, áðrenn avgerandi hálvfinalurnar skulu spælast.