Nú er greitt, at síðsta enska felagið av teimum trimum, ið komu víðari úr bólkaspælinum, hevur sagt farvæl við kappingina. Í síðstu viku tapti Chelsea upp á útivallarmál ímóti franska Paris Saint-Germain, í gjár upplivdi Arsenal júst somu lagnu ímóti eisini franska Monaco, og í kvøld var túrurin komin til Manchester City, tá ið teir taptu ímóti Barcelona. Endaliga úrslitið gjørdist 1-0 til Barcelona. Ivan Rakitic skoraði einsamalla málið hjá kataloniumonnunum. Vert er eisini at nevna, at argentinska superstjørnan hjá Manchester City, Sergio Aguero, brendi brotspark miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Barcelona vann eisini fyrra dystin, tá ið teir sigraðu 1-2 á heimavøllinum hjá City. Sostatt vann Barcelona ein samlaðan 3-1 sigur.
Hin dysturin hetta kvøldið varð leiktur í Týsklandi, tá ið Dortmund og Juventus leiktu seinnu 1/8-finaluna ímillum sín. Juventus vann fyrra dystin 2-1 á heimavølli, og í kvøld gjørdu italiumenninir enn einaferð bart, tá ið teir vunnu ein greiðan 0-3 sigur ímóti Dortmund. Málini skoraðu Carlos Tevez (2) og Alvaro Morata. Tískil vann Juventus ein samlaðan 1-5 sigur.
Hesi liðini hava leikt seg víðari til fjórðingsfinaluna í Champions League: Paris Saint-Germain, Bayern München, Real Madrid, FC Porto, Monaco, Atletico Madrid, FC Barcelona og Juventus.
Lutakast verður fríggjadagin um, hvørji lið skulu hittast í fjórðingsfinalunum. Øll lið hava eins stóran møguleika at hitta hvørt annað.










