Onki dupultspæl - bara greið tala

Føroyingar eiga at taka seg úr fólkatinginum, tá teir hava fingið egna grundlóg og fult vald á egnum landi.

 

Men so leingi yvirvaldið liggur í Keypmannahavn, eiga føroysk umboð at vera røddirnar, ið á virðiligan hátt umboða føroyska fullveldisynskið.

Føroyskar røddir skulu tala greitt á fólkatingi fyri sjálvsagda ynskinum um fult sjálvst ri. Tær skulu ikki tagna, tá á stendur, og tær skulu ikki tiga, tí tær eru heftar at donskum flokkum. Tær skulu vera sannar og trúgvar ímóti tí fólki og teirri sak, tær umboða. Ongantíð víkja og ongantíð svíkja.

Samstundis skulu tær vísa virðing fyri mótpartinum og fremja forstáilsi vítt og breitt fyri føroyska fullveldisynskinum. Áhaldandi samanbrestir fremja onga sak. Men upprættir fólkatingsmenn, sum við stolt-leika standa við sítt, kunnu sjálvt fáir í tali gera avgerandi munin.

Ov fáir fólkatingsmenn hava seinastu 150 árini talað Føroya sak á fullgóðan hátt og ongir seinastu árini. Men nú Føroyar flyta seg ímóti fullum sjálvstýri, hevur fólkatingið brúk fyri at hoyra greiða føroyska talu, og flokspolitiska dupultspælið má halda uppat.

Siðiligar røddir við søguligari barlast gera munin í hesum tíðum. Nú er ikki stundin at lata seg niðurbinda í donskum innanríkispolitikki. Nú er ikki stundin at fara upp í liðið hjá mótpartinum. Nú er at siga tað, sum er sjálvsagt í einum og hvørjum føroyskum hjarta.

At Føroyar eiga at gerast sjálvstøðugar. At tað er sjálvsagt, at ein tjóð vil ráða sær sjálvari. At tað er sjálvsagt, at Føroyar og Danmark í framtíðini samstarva á jøvnum føti. At tað er sjálvsagt, at eitt land, sum hevur gjørt annað land heft av sínum pengum, virkar fyri at gera tað óheft aftur.

Fólkarættarligir serfrøðingar siga, at hetta er eitt sjálvsagt krav hjá øllum hjálondum, og hesin boðskapur er ikki fløktur. Men undanfarin umboð á fólkatingi hava ikki viljað borið hann greitt fram. Tí er umráðandi at velja rætt hesaferð. Og Tjóðveldisflokkurin talar greitt. Hann víkir ikki.