Tað var ikki fyrrenn nú, klokkan var farin av 10 í morgun, at sløkkiliðið boðaði frá at tey høvdu fingið tamarhald á eldurin í svimjihøllini í Kollafirði og at hann sløktur. Men kortini hava tey framvegis vakt við skúlan og kanna regluliga eftir, um nøkur ábending er um, at eldurin kyknar aftur.
Tað var stutt fyri klokkan 3 í nátt, at boðað var frá eldi í svimjihøllini í Kollafirði, sum er við nýggja skúlan.
Tað var ein hundapatrulja hjá løgregluni, sum sjálv varnaðist eldin.
Løgreglan steðgaði einum bili ikki langt frá svimjihøllini, men ímeðan tey avgreiddu málið, føldu tey royk.
Og so brúktu tey góða gamla mátan og gingu eftir luktinum og komu fram á, at roykurin stavaði frá svimjihøllini, har eldur var í.
Sløkkiliðið varð boðsent beinanvegin, men nú er so boðað frá, at eldurin er sløktur.
Løgreglan hevur byrgt økið av og í morgin skulu so tekniskar kanningar royna at staðfesta, hvaðani eldurin stavaði og, hvussu hann er uppstaðin.
Men løgreglan sigur, at fyribils bendir onki á, at hann er ásettur. Hinvegin bendir á, at hann er kyknaður í einum hitarúmi, har ein ovnur hevur staðið frá.
Løgreglan sigur, at skaðin er rættiliga umfatandi. Sjálvur eldskaðin er ikki tann størsti, men hinvegin hava roykur og sót gjørt nógv um seg.