Beint áðrenn Løgtingið fór í vikuskiftið fyri eini løtu síðani, varð samtykt, hvussu avgjaldið á tí sterka ølinum skal vera, sum Rúsan sleppur at selja mánadagin.
Mánadagin verður aftur loyvi at selja øl Rúsuni, sum er sterkari enn 5,8%.
Men ongin lóg hevur verið fyri, hvussu stórt avgjald skal leggjast á tað sterka ølið.
Trupulleikin er, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum var so seinur á at leggja uppskotið fyri Løgtingið, at vandi var fyri, at Løgtingið ikki lukkaðist at samtykkja tað fyri vikuskiftið.
So hevði støðan verið tann, at tað er loyvt at selja sterkt øl í Føroyum, men tað er bara ikki loyvt at seta eitt høgt avgjald á tað og so má tað seljast nakað bíligari enn ætlað.
Men ta støðu vil fíggjarnevndin ikki koma í og sostatt viðgjørdi hon málið í skundi mælti samstundis Løgtinginum til at samtykkja tað sum skjótast.
Og tað gjørdi Løgtingið. Akkurát sum tá ið talan er um fíggjarlógina og onnur álvarsmál, samtykti Løgtingið at víkja frá øllum tíðarfreistum og tískil eydnaðist at fáa avgjaldið endaliga samtykt nú seinnapartin.
Sostatt verður alt klárt til at sterkt øl kann keypast mánamorgunin-fyri tann rætta prísin, har tað sterka ølið verður eitt sindur dýrari enn tað veikara ølið.