Oniontree á summarfestivalin

Rockbólkurin Oniontree skal spæla á Summar Festivalinum fyrst í komandi mánaði.

Tað kunngerð Summarfestivalurin í kvøld. Oniontree er ein av teimum yngru rockbólkunum, sum hava staðið seg sera væl seinasta árið.

Bólkurin hevur givið ein EP-fløgu út við fýra sangum, og hesir sangir hava verið nógv spældir. Oniontree megnaðu eisini at klatra upp á tindin á 15 teimum bestu hjá Útvarpinum.

Oniontree hevur eisini spælt til ymisk tiltøk kring landið, og har hava teir gjørt vart við seg við sera góðum live-framførslum.

Alt hetta gjørdi, at í fjør varð bólkurin kosin ?Best nýggi bólkur? á Planet Awards.