Oniontree hitar upp fyri Frændur

Leygarkvøldið verður stór konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði við Frændum, og Oniontree hita upp fyri Frændur. Føðingardagsbrakið hjá Frændum er enn ikki av, og komandi vikuskiftið bjóðar uppá tvær framførslur frá teimum.

 

Í 2009 vóru 25 ár liðin síðan fyrsta plátan við Frændum kom út á føroyska marknaðin.

Hetta bleiv hátíðarhildið við ymsum framførslum kring landið, umframt, at fløgan Frændur V bleiv útgivin.

 

Vegna vánalig veðurlíkindi varð konsertin, sum eftir ætlan skuldi verða í Mentanarhúsinum í desember avlýst, men nú fáa eysturoyingar høvið at hátíðarhalda 25 ára dagin hjá Frændum.

 

At hita upp fyri Frændur er bólkurin Oniontree, sum gjørdist ársins nýggi bólkur á Planet Awards 2009. Lag teirra ?The Machine? hevur eisini fleiri vikur á baki sum nummar eitt á 15 teimum bestu, og nú er sostatt høvi at síggja teir ?LIVE? í Mentanarhúsinum leygarkvøldið.

 

Frændur trína eisini á pall fríggjakvøldið, og tá verður tað í REX. Hetta er fyrstu ferð, at Frændur framføra í REX, og væntast kann okkurt serstakt frá Frændunum hetta kvøldið.