Tá Ongland skoraði til 1-1 móti Italia leygarkvøldið, gjørdist ein av fysioterapeutinum á enska landsliðnum so mikið glaður, at hann leyp upp frá bonkinum í gleði. Tìverri fyri enska fysioterapeutuin, traðkaði hann á eina fløsku tá hann lendi og meiddi sær illa fótliðið.
Nú er greitt at enski fysioterapeuturin, Gary Lewin, má undir skurð. Sostatt er Gary Lewin nú farin heim úr ensku landsliðsleguni, fyri at skurðviðgerast í Onglandi.
Gary Lewin sigur við enskar miðlar.
- Eg eri ómetaliga keddur av, at eg longu má heim til Onglands. Vit hava arbeitt hart fyri at fyrireika okkum til hetta endaspælið, so tað er súrt at eg longu skal heim av einum skaða. Men samstundis ivist eg onga løtu í, at teir leiðararnir sum eru eftir í landsliðsleguni koma at geva spælarunum so góðar fyrireikingar sum gjørligt. Eg ynski at enda Onglandi alt tað besta undir HM.
Ongland spælir í kvøld klokkan 20:00 sín næsta dyst til endaspælið í Brasil. Dysturin er móti Uruguay og er hann serstakliga týdningarmikil fyri bæði londini. Tískil er lagt upp til spennandi dyst á Arena de Sao Paolo.










